Ormurin langi - partur av øðrum tátti

Janus Brix Kamban skipar part av øðrum tátti av Orminum langa saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan er gjørd í Hornahúsunum av sjónvarpinum hjá KvF í 2014. Hetta er brot av kvæðinum - alt kvæðið finst á fløguni “Føroyskur Dansur, 5“, sum plátufelagið TUTL hevur útgivið. Ormurin langi er kvæði um tá Danmarks kongur og Svøríkis kongur og Eirikur jallur vinna á Noregis kongi Ólavi Trygvason í sjóbardaganum við Svold. Sambært Heimskringlu vóru tað tvær kvinnur, ið av ymsum orsøkum íspunnu hendan bardaga.
Back to Top