Pulvurheksin Karmarina

Pulvurheksin Karmarina etur sum ein grótmaskina Simmisum, simmisum, væl í gagnist, um-bumm-bumm. Simmisum, simmisum, væl í gagnist, um-bumm-bumm. Krutt og krabbar gresjar í seg, afturvið hon drekkur lýsi. Krutt og krabbar sprakla illa, gera hana púra villa. Ov nógv fekk hon inn í grúkin, tí fekk hon so ilt í búkin. Krutt og krabbar spýði upp hon, og tí gjørdi einki kubb hon. Orð: Andreas Andreasen týddi eftir Per Burgsten Lag: ungarskt fólkalag Upptøka: KvF Sangur: Gunn Weihe Reinert og Halla Weihe Reinert
Back to Top