Kjartan Atlason skipar Hr. Sinklar saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan er gjørd í Hornahúsunum av sjónvarpinum hjá KvF í 2013.
Vísan Hr. Sinklar er um »Slaget i Kringom«, tá skotskir leigusoldátar vóru á veg gjøgnum Norra til Svøríkis undir leiðslu av skottanum Hr. Sinklar (Sinclair) í 1612. Norra var tá undir donskum valdi og norskir bøndur bardu niður herin hjá skottum, so eingin kom livandi heim. Vísan er yrkt seinast í 18. øld av Edward Storm. Hóast vísan er um eina søguliga hending, so er hon sera romantiserað í hesi yrking. Í vísuni verður sagt, at skottarnir góvu ongar náðir, men í veruleikanum vóru teir vápna- og verjuleysir, og vórðu fangaðir av norðmonnum, sum drukku seg fullar og avrættaðu teir ein fyri ein.
Í dansitíðini skipar Dansifel